Kunning til næmingar/foreldur í 8. og 9. flokki

Útgivið tann: 14.mars 2020

Kunning til næmingar/foreldur í 8. og 9. flokki

Útgivið tann: 14.mars 2020

Skrivað hevur: Leivur Vitalis

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Nú skúlin er stongdur frá mánadegnum 16. mars, verður undirvísingin skipa soleiðis, at næmingar arbeiða heima.

Írestandi páskaroyndinar hjá 8. flokki verða avgreiddar heima. Royndirnar verða avgreiddar týs- og mikudagin. Tíðarkarmurin hjá 8. Flokki er hesin:


Týsdagin 17. mars - Enskt
08:15 – 09:45 Máluppgáva
09:45 – 10:15 Steðgur
10:15 – 13:15 Framseting

Mikudagin 18. Mars – Støddfrøði
08:15 – 09:15 Fimisrokning
09:15 – 09:45 Steðgur
09:45 – 13:15 Greiðslurokning


9. flokkur loysir eisini royndaruppgávur heima í komandi viku. Upprunaligi tíðarkarmurin er enn galdandi.


Føroyskt
Týsdagur 17. mars
08:15 – 09:45 Máluppgáva
09:45 – 10:15 Steðgur
10:15 – 13:15 Framseting


Danskt
Mikudagur 18. mars

08:15 – 09:45 Máluppgáva
09:45 – 10:15 Steðgur
10:15 – 13:15 Framseting


Enskt
Hósdagur 19. mars

08:15 – 09:45 Máluppgáva
09:45 – 10:15 Steðgur
10:15 – 13:15 Framseting


Støddfrøði
Fríggjadagur 20- mars

08:15 – 09:15 Fimisrokning
09:15 – 09:45 Steðgur
09:45 – 13:15 Greiðslurokning

 
Allar uppgávur verða loystar á royndarskipanini Wiseflow, júst sum til vanligar royndir/próvtøkur. Tá royndin er, eru telduvarðar tøkir um eitthvørt átrokandi stingur seg upp. Tá kann teldupostur sendast til:

Torfinn Hentze, torfinnur.hentze@skulin.fo


Eyðbjørn Jacobsen, eydbjoern.jacobsen@skulin.fo


Eisini kann ringjast beinleiðis til Leivur Vitalis á tlf. 780206.

Um næmingar ikki hava atgongd til, ella kunnu fáa fatur á teldu ella teldli til at loysa royndaruppgávunar, kann skúlin veita fyribils lániteldu. Viðkomandi næmingar kunnu seta seg í samband við Leivur Vitalis, varastjóra, á tlf 780206, í seinasta lagi kl 13:00 mánadagin 16. Mars.


Eftir at royndirnar eru avgreiddar, verða uppgávur og tilfar latið næmingunum umvegis vikuætlanina á heimasíðuni. Umráðandi er, at næmingar og foreldur fylgja væl við og kunnað seg um tær uppgávur ið verða lagdar út.

Eri spurningar annars viðvíkjandi komandi vikunum, so er at seta seg í samband við viðkomandi flokslærara.


Vinarliga
Leivur Vitalis

Varastjóri, Á Skúlatrøð

Tlf.: +298-780206