8 uppskot til heimaarbeiði

Útgivið tann: 16.mars 2020

8 uppskot til heimaarbeiði

Útgivið tann: 16.mars 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Skúlin hevur fingið skriv frá Undirvísingarstýrinum um mannagongdir í samband við, at skúlin letur aftur frá mánadegnum 16. mars og komandi tvær vikurnar.

Í hesum sambandi og samstundis, sum vit minna tykkum á at fylgja vikuætlanini hjá flokkinum, so geva vit tykkum her átta uppskot til heimaarbeiði til tey yngru, sum tit saman kunnu gera heima. 


1. Baka eina køku.

  • Her arbeiða tit bæði við lesing og rokning. Tit kunnu eisini tvífalda uppskriftina, so tað verður enn torførari. Tosa eisini um kilo, gram, litur, dl, torfør orð o.a.

2. Ger ein handil.

  • Leita ymiska vøru fram, sum tit eiga inni. Avger prís, og keyp frá hvørjum øðrum. Tú kanst eisini finna gomul tilboðsbløð, klipp vørur út, líma tær á eitt pappír og rokna prís.

3. Les eina góða bók.

  • Tosa um bókina, finn torfør orð, hvør er høvuðpersónur o.a.

4. Lær klokkuna.

  • Bæði analoga (vanlig) og digitala (tøl). Tosa um tímar, minuttir og sekund.

5. Lær tabellina.

  • Lær lítlu tabell, og um tit eru ordiliga ófør stóru tabell.

6. Klipp og tekna.

  • Tekna eina teknirøð um onkra søgu, sum tit finna uppá ella okkurt tit hevur upplivað. Hav taliboblur á og skriva okkurt í tær. Klipp okkurt stuttlig, sum tit hava hug til. Kanska okkurt páskaligt.

7. Far út ein túr og tosa um ymiskt tit síggja.

  • Finn eini 10 navnorð, 10 sagnorð og 10 lýsingarorð. Ger setningar úr teimum. Tosa um umhvørvið rundan um tykkum, fjøll, skip, vegir, blómur o.a og set navn á tað.

8. Tosa um orðatøk og myndamál.

  • Dømi um orðatak - Ringt er at venja gamlan hund uppi at sita...
  • Dømi um myndamál - Reyð sum rósan.

Góðan arbeiðshug!