Kópakonan fekk vitjan

Útgivið tann: 19.juni 2020

Kópakonan fekk vitjan

Útgivið tann: 19.juni 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Mikudagin 17. juni var 1.b dagstúr á Kalsoynni. Tað var eitt sindur kalt, tá ið farið varð avstað kl. 8.00, men veðrið var við okkum, og vit fingu ein sera góðan og sólríkan dag.

Fyrst var farið til Trøllanesar, har næmingarnir sluppu í kioskina at keypa sær okkurt, og síðan fingu tey søguna um, hví bygdin hevur fingið navnið Trøllanes.

Fleiri myndir eru her.

So varð farið til Mikladals. Fyrst ótu vit matpakka í skúlanum, og síðan gekk leiðin oman til Kópakonuna, har søgnin um hana varð fortald. Eisini hugnaðu børnini sær óført í viðarlundini.