Prógvhandan 2020

Útgivið tann: 20.juni 2020

Prógvhandan 2020

Útgivið tann: 20.juni 2020

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í dag fingu 9. og 10. flokkarnir fólkaskúlaprógv. Av tí, at ikki so mong kunnu savnast í hesum tíðum, so var skipað fyri tveimum løtum í nýggja snotuliga amfisalinum.

Tað var ein góð og hugnalig løta, har Vagn Foldbo skúlastjóri hevði eina góða røðu fyri næmingunum. Flokslærarar og foreldur nýttu eisini høvið at siga nøkur orð, áðrenn prógvini vórðu handað. Ein góð og hugnalig løta, sum eisini rørdi hjartastreingir. 

Vit vilja ynskja øllum, sum í dag hava lokið prógv í fólkaskúlanum, hjartaliga til lukku og takka fyri tíðina. 

Floksmyndirnar av 10. fl verða tøkar ein av komandi døgunum.

Myndir frá próvhandanini eru í savninum