Tekna hálv andlit

Útgivið tann: 7.september 2020

Tekna hálv andlit

Útgivið tann: 7.september 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Næmingarnir í 6. og 10. flokki hava seinastu tímarnar í handverk og list arbeitt við spennandi myndum.

Hygg eftir myndum her.

Næmingarnir tóku myndir av hvørjum øðrum, sum vóru settar inn í eitt Word skjal og printaðar út svartar og hvítar. Síðani legði lærarin allar myndirnar á eitt borð við bakinum upp, og næmingarnir skuldu velja sær eina. Einasta krav var, at tey ikki tóku sína egnu mynd. 

Hendan myndin varð síðani skrødd í helvt, so andlitið var hálvt, og límað á eitt hvítt A4 pappír. Uppgávan varð at tekna ta helvtina, sum varð skrødd av.  

Uppgávan var eisini brúkt sum samansjóðing av næmingunum. Tey skrivaðu eitt sindur um hvønn annan undir myndina, og soleiðis lærdu tey hvønn annan betri at kenna og máttu tosa saman fyri at fáa okkurt at skriva undir myndina hjá tí, tey høvdu teknað.

Annars var uppgávan fræls. Tey kundu tekna tað, teimum listi. Við hesum gjørdust myndirnar ymiskar og so sera flottar.