Góði angin úr køkinum

Útgivið tann: 7.september 2020

Góði angin úr køkinum

Útgivið tann: 7.september 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í dag kom góður angi úr køkinum, tí har bakaðu næmingar í 6. flokki pyslubreyð. Á borðinum lá ein lítil bóklingur við fleiri uppskriftum og felags køksreglum. Hesar reglur siga næmingunum, hvussu tímin byrjar í køkinum, og hvussu hann endar. Um reinføri og uppgávur, sum hoyra til. 

Fleiri myndir her.

Vit fregnaðust, um vit kundu fáa uppskriftina til pylsubreyðini, tí angin segði frá, at hetta átti at smakka sera væl. Og næmingarnir játtaðu.

So, um tú hevur hug at baka, so er uppskriftin her, og minst til at biðja um loyvi at baka heima :)

Tilfar:

1. dl. vatn
25 g. ger
½ dl. olju
uml. 400 g hveitimjøl
1½ dl. mjólk
1 egg
½ tsk. salt
8 pylsur

Soleiðis gert tú:

1. Hita mjólkina til 37° og koyr hana í ein bolla saman við vatni, ger, olju, eggi og salti.
2. Rør saman og elt mjølið í.
3. Deil deiggið í 2 partar og rulla út í 2 sirklar.
4. Sker hvønn sirkul í 8 partar og legg eina ½ pylsu í hvønn part og rulla saman til eitt horn.

Legg á plátu og set at ganga í 10 min.
Bakast mitt í ovninum í 15-20 min. á 200°.

Væl gagnist!