Komnir á Skúlatrøð at taka 10. flokk

Útgivið tann: 10.september 2020

Komnir á Skúlatrøð at taka 10. flokk

Útgivið tann: 10.september 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í gamla Sjómansskúlanum á Garðavegnum húsast Valskúlin, sum er 10. flokkur á Skúlatrøð. Næmingarnir sita og arbeiða í bólkum bæði á ovaru og niðaru hædd. Tey hava enskt og føroyskt.

Millum næmingarnar sita tveir, sum alt lívið hava gingið í skúla aðrastaðni. Ísak er komin úr Danmark saman við allari familjuni, og Kristian er komin einsamallur úr Grønlandi og býr hjá familju í Norðdepli.

Forvitnisligt er at vita, hví teir valdu at koma á Skúlatrøð. Og svarið eru teir samdir um. Teir ætla báðir at vera verandi her og fara víðari á miðnám.

- Her eru fleiri ung at vera saman við og umhvørvið er deiligt, halda teir.

Munurin at ganga í skúla her og har er nokkso stórur.

- Her er eitt sindur meira avslappað og lærararnir eru hjálpsamir og fittir, heldur Ísak. Ikki tað, at teir ikki vóru hjálpsamir í Danmark, men kanska vóru teir eitt sindur strangari.

Mál og mentan eru ymisk í londunum, og t.d. er føroyska málið øðrvísi. Hóast teir eru vanir at tosa danskt, so tosa báðir føroyskt – og Kristian tosar eisini grønlendskt.

- Føroyska málið er eitt sindur torført, og tað er deiligt at fáa hjálp til føll og kyn, sum vit ikki hava í grønlendskum, heldur Kristian.

- Onkuntíð stavast orðini øðrvísi, enn tey ljóða, og tað skal eg ordiliga venja meg við, heldur Ísak.

Kristian greiðir eitt sindur frá, hvussu grønlendska málið er skipað við setningum ístaðin fyri orð fyri orð, og hetta tykist at vera sera lætt fyri hann. So hetta árið fara teir kanska at leggja seg eftir at skriva føroyskt.

Teir eru samdir um, at bæði lærarar og næmingar hava tikið væl ímóti teimum, og teir kenna seg vælkomnar.

- Tað var ordiliga stuttligt at sleppa at skipa fyri árliga rennidegnum, sum var. Vit gjørdu alt. Vit skipaðu fyri upphiting, vóru á støðunum, har næmingarnir fingu kross á hondina, og eisini góvu vit teimum súrepli og kakao, tá ið tey komu í mál. Tað riggaði ordiliga væl.

- Og í komandi viku fara vit í Valskúlanum at arbeiða við verkætlan, har vit skulu gera upplivingarrúm fyri næmingar í yngru flokkunum. Tey velja eitt evni, har næmingarnir við ymisku sansunum kunnu læra um okkurt evni. Tað verður spennandi.

Eftir eitt longri, áhugavert prát takka vit fyri løtuna og ynskja Ísaki og Kristiani vælkomnum á Skúlatrøð. Eins og vit ynskja teimum góðan arbeiðshug.