Íverksetan gevur íblástur

Útgivið tann: 14.september 2020

Íverksetan gevur íblástur

Útgivið tann: 14.september 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í 5. flokki hava næmingarnir íverksetan sum eina av lærugreinunum í handaverk og list. Í farnu viku fingu næmingarnir uppgávuna at fáa 100 krónur at vaksa til 1000 krónur. Tey fingu í veruleikanum ongan pengaseðil. Tey skuldu ímynda sær tað.

Við hesum skuldu tey hugsa um, hvussu tey kunnu nýhugsa ella skipa fyri onkrum, sum vaks um virðið, tey byrjaðu við.

Í flokkinum sat Jona Bjørt, sum fór beint til verka. Komin heim úr skúlanum fríggjadagin spurdi hon abba sín, um hon kundi fáa 100 krónur, og um hon kundi læna Karlslon, sum er ein útistova, har pláss er at bjóða fólki inn.

Fyrsta hugskotið var at selja pannukøkur við sjokulátakremi og róma. Men tá ið Jona Bjørt setti seg at kanna, hvat rávørurnar kostaðu, sá hon, at sjokulátakremið fór at vera ein ov stórur partur av teimum 100 krónunum. Tað fór at vera ov dýrt og ov lítið fór at vera eftir at keypa aðrar rávørur fyri.

Tí valdi hon heldur at selja kaffi og vaflur.

Hon sá eisini, at um hon ikki brúkti alt mjølið til vaflurnar, so kundi hon brúka tað til at gera okkurt annað, sum hon eisini kundi selja. Tí valdi hon eisini at baka bollar.

Seinni fríggjadagin var innkeypslistin gjørdur og farið varð at keypa inn.

Við rabarbum í garðinum var upplagt at kóka súltutoy. Tað hjálptu beiggjarnir henni at taka upp, og so kókaði hon eisini súltutoy fríggjadagin. Og eggini komu frá hønunum uttanfyri.

Leygardagin upprann so endiliga stóri dagurin.

Tíðliga fóru fyrireikingarnar í gongd. Jona Bjørt vigaði fyrst mjøl til bollarnar og hitaði margarin og mjólk. Tá alt var liðugt elt, gjørdi hon bollar. Hon hugdi inn í ovnin og tók sjálv bollarnar út, sum hon hevði lært í køksarbeiði.

Síðani varð deiggið til vaflurnar gjørt. 

Tá ið alt var klárt, riggaði hon seg til í Karlslon, og hevði saman við ommu og abba sínum ein seinasta fund. Dentur var lagur á, at nú var tað hon, sum var stjóri. Hon mátti hava stýr uppá tingini og í góðari tíð siga frá, um nakað manglaði o.s.fr.

So byrjaðu gestirnar at koma í Karlslon. Og tá ið tær fyrstu 100 krónurnar vóru komnar í kassan, bað hon abba sín fara at keypa meira mjøl, margarin og róma, og bað ommu sína um at fara inn at gera meira deiggj til vaflur, tí hesar gingu væl.

Fleiri myndir eru her.

Hon hugsaði um at hava góða tænastu, og at øll fingu alt vakurt servera. Hon segði blídliga vælkomin, tá ið fólk komu, og farvæl og takk fyri stuðulin, tá ið tey fóru.

Í dag er mánadagur, og Jona Bjørt er aftur í skúla og hevur íverksetan. Hesaferð er tað við einum vinningi á meira enn 1000 krónur. 

Tá ið vit enda samrøðuna, fer hon at smílast og sigur: „Hetta var ein góður handil. Tað var nógv at gera, tí gestirnir komu allir í senn, men tað var ordiliga hugnaligt og stuttligt at skipa fyri.”

Í morgin leggur Jona Bjørt verkætlanina fram í flokkinum. Ikki kann sigast annað enn, at íverksetan gevur íblástur.

*****

Um tú hevur hug at síggja, hvussu alt varð roknað út, so sært tú tað her:

Innkeypslisti

2 kg hveiti        13,75 kr.
1 kg sukur          9,95 kr.
1 ltr. mjólk        11,95 kr.
1 pk. margarin    8,95 kr.
1 pk. róma        13,95 kr.

Tilsamans         58,55 kr

Frá ommu og abba sínum keypti hon:

Kaffibønir          20,00 kr.
2 sodavatn        20,00 kr.

Alt tilsamans     98,55 kr.

Eftirfylgjandi keypti hon:

2 kg hveiti         13,75 kr
1 pk. margarin     8,95 kr
1 pk. róma        13,95 kr
6 sodavatn        60,00 kr

Tilsamans         96,65 kr

Sølan var       1.505,00 kr.
Keypið var        195,20 kr. 
Vinningur       1.310,00 kr.