Vikumyndin er ein gáta

Útgivið tann: 9.oktober 2020

Vikumyndin er ein gáta

Útgivið tann: 9.oktober 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Vikumyndina hesa vikuna hevur Anastasia í 3. flokki teknað. Henni dámar væl at tekna og at lita. 

- Tað tekur nokkso langa tíð at tekna sovorðnar myndir, tí har er so nógv at tekna og eisini tekur tað tíð at brúka fleiri litir. So eg brúki nakrar dagar at tekna sovorðnar myndir, sigur hon hugsanarsom.

Hugalig tosar hon um fleiri myndir, sum hon hevur við í skúla. Tær líkast ikki, men tær eru allar litfagrar við fleiri smálutum. Hon peikar á eina av myndunum, har níggju myndir eru settar saman og sigur:

- Hendan myndin er av dýrum, sum eru sett saman - tvey og tvey. Her er ein froskur og ein giraffur... og heldur fram at peika og siga, hvørji dýr eru á smáu myndunum, sum eru settar saman...

Tá fingu vit knappliga eitt hugskot. Saman við Anastasiu avgjørdu vit, at vit lata tykkum, sum lesa hetta, gita víðari :) Gitið, hvørji dýr Anastasia hevur sett saman. 

Finn vikumyndina, saman við hinum myndunum, sum Anastasia hevði við í skúla, her.

Við hesi gátuni ynskja vit á Skúlatrøð næmingum og foreldrum eina góða heystfrítíð.