6. flokkarnir til fiskikapping

Útgivið tann: 9.oktober 2020

6. flokkarnir til fiskikapping

Útgivið tann: 9.oktober 2020

Skrivað hevur: Gunrið Kallsberg

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

6. flokkur til fiskikapping við Draganum

Dragin hevur boðið 6. flokki til fiskikapping. Hvør flokkur hevur verið ein dag og fiskað‚ og fiskarnir vórðu taldir og mátaðir. Kappast var so millum flokkarnar um nøgdina av fiski og longsta fiskin.

Steyp varð givið til flokkin, sum fekk flest fiskar‚ og plattur varð givin til næming, sum fekk longsta fiskin. Hetta er eitt rættiliga gott og gevandi tiltak fyri skúlaflokkar‚ og ætlanin er, at tiltakið verður afturvendandi og víðkað, so 6. flokkarnir á Skúlatrøð fara at kappast móti 6. fl. frá øðrum skúlum.

Fleiri myndir eru her.