Barnaútvarpið á Skúlatrøð um Finku

Útgivið tann: 9.oktober 2020

Barnaútvarpið á Skúlatrøð um Finku

Útgivið tann: 9.oktober 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í morgun var Barnaútvarpið á Skúlatrøð og vitjaði 2. flokk. Tey tosaðu um bókina Finka, sum er ein lesibók. Marianna Skarðenni Poulsen hevur skrivað, og Kathrina Skarðsá hevur teknað.

Lurta eftir Barnaútvarpinum her.

Finka er ein bók, og samstundis hjálpir hon næmingum at læra at lesa. Finka merkir snild, og tað er tað, sum finka er. Í bókini eru nakrar finkur á hvørjari síðu, og tær vísa t.d. á, hvussu vit býta orð sundur, ella hvussu vit siga orð.

Í bókini eru stuttligar søgur og myndir.

Bókin kom út í ár, og Nám helt, at hon var so góð, at tey meldaðu hana til eina stóra evropiska kapping, sum eitur Belma. Mikudagin fáa vit at vita, hvussu Finku fer at gangast.  

Vit ynskja Mariannu og Kathrinu góða eydnu mikudagin, og vit takka fyri gott tilfar.

Les meira um Finku her.