Hjartaliga tillukku, Marianna!

Útgivið tann: 14.oktober 2020

Hjartaliga tillukku, Marianna!

Útgivið tann: 14.oktober 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í dag vann Finka, sum er føroyskt undirvísingartilfar til 2. flokk, gull. Tað merkir, at Finka er besta undirvísingartilfar til børn frá 8 til 10 ár í Evropa, sum er skrivað í 2020. Heiðurslønin eitur Belma Awards 2020. Belma stendur fyri Best European Learning Materials Award.

Rithøvundurin er eingin annar enn okkara Marianna Skarðenni Poulsen. Kathrina Skarðsá eigur tekningarnar, og tað er Nám, sum hevur givið út.

Vit ynskja Mariannu, Kathrinu og tykkum á Námi hjartaliga tillukku við evropeisku heiðurslønini. Væl arbeitt!

Barnaútvarpið var í fyrru viku á vitjan á Skúlatrøð og tosaði við Mariannu og næmingar. Lurta her.

Les meira um Finku her.