Nú lýsir listaverkið

Útgivið tann: 15.oktober 2020

Nú lýsir listaverkið

Útgivið tann: 15.oktober 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Vakurt og ljóst og fagnaðurin var eyðsýndur, tá ið listaverkið á Skúlatrøð varð tendrað í góðveðrinum í kvøld.  

Sjálvur sigur Edward Fuglø, listamaður, at listaverkið ímyndar strikurnar á banka pappírinum, sum børn vanliga fáa og sjálvi seta seg at tekna á. Strikur, sum so við og við gerast til ymiskar verur og skap. Um pappírið er ov lítið, so fara strikurnar bara út um pappírskantin, og hetta sæst aftur í listaverkinum.

Vit takka Edwardi og mongu samstarvspørtunum fyri listaverkið og ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við listaverkinum.

Niðanfyri standa vælvaldu orðini hjá Edwardi sjálvum, áðrenn listaverkið varð tendrað:

„Signað veri børnini mær eru givin at goyma,
meðan pápin er á skóginum burt og mamman ikki er heima."

Soleiðis ljóðar eitt gamalt føroyskt skjaldur, sum omma mín plagdi at siga.

Í dag er hendan omman í stóran mun blivin til stovnar og skúlar, sum taka sær av upplæring av børnunum og læra tey um føroyska mentan og mál og siga teimum søgur.

Hetta skal tó ikki misskiljast soleiðis, at eg haldi, at nú er ongin omma ella pápi, sum sigur børnunum søgur longur, als ikki. Hetta er meint sum ein mynd uppá, hvussu nógv samfelagið er broytt.

Hetta skjaldrið er frá eini heilt aðrari tíð og einum heilt øðrum samfelag, tá ið menningin og læringin av børnunum í størsta mun fór fram heima við hús.

Samfelagið í dag er, sum øll vita, kollvelt av tøknini og filmar, spøl og sera nógv tíð á netinum hevur nú ein stóran leiklut í lívinum hjá barninum.

Og á hesum miðlum, sum annars hava nógv gott við sær, er stóri partur av tilfarinum eina mest á fremmandum máli og úr eini fremmandari, ella ein kundi sagt altjóða, mentan, har tað føroyska er í undirluta.

Tíbetur hevur skúlin ment seg til at vera ein týðandi partur av barnaárunum, og borgar hann í okkara samtíð fyri góðari upplæring av m.a. føroyskum máli og mentan.

Hann er fremsti føroyski mentanarberin, og í honum býr nú millum annað eisini omman, ið segði frá søgum og skjaldrum í gomlum døgum. Støðið í frálæruni er við árunum vorðið alsamt hægri, og børnini verða útbúgvin at fara út í lívið og stóru verð.

Her má eg líka nevna nýggju føroysku frálærubókina Finka, eftir Mariannu Skarðenni Poulsen úr Klaksvík, við tekningum eftir Kathrinu Skarðsá, og útgivin av Námi, sum í gjár vann gull og varð kosin besta nýggja frálærubók í Evropa.

Eitt fantastiskt bragd!! Tillukku við tí.

Skúlin er eitt kreativt stað og umboðar sjálvandi eisini aðrar lærugreinir enn føroyskt.

Eitt nú innan list, tónleik, handverk við meira.

Børn eru opin og tekna og skapa púra natúrligt list, ella barnalist, har barnið sigur søgur við kritum og vatnlitum.

Øll børn eiga henda eginleikan at siga søgur við sínum tekningum, tey ræðast ikki eitt hvítt ark, men leypa beint í vaðið og tekna og mála so lystiliga, at tað er ein frægd at síggja.

Og tey helma ikki í fyrr enn alt arkið, sum tað er, er fylt av strikum, litum og formum.

So fara tey stolt at vísa mammu og fortelja søguna, tey hava teknað, og eisini um tað sum kanska ikki sást á tekningini, tí arkið varð ov lítið, so ikki var pláss.

Men her skilja vit skjótt, hvat barnið meinar við, tí tekningin og forteljara gleðin hjá barninum setur okkara hugflog í gongd, og skjótt síggja vit ósjónliga hestin ella fuglin, ein hálvan metur uttanfyri arkið.

Og hetta er hugmyndin, eg havi nýtt til at listprýða veggirnar á Skúlatrøð.

Veggirnir verða sum eitt ovurstórt ark, og so havi eg teknað strikur og formar um allan veggin, og ja, skjótt gjørdist sjálvt veggurin eisini ov lítil, og linjurnar fóru út av vegginum og upp í luftina, og gjørdust ósjónligar, men her kann hugflogið so taka yvir, og ein kann ímynda sær, hvat strikurnar blíva til, t.d. ein fisk ella ein krabba sveimandi nakað omanfyri skúlaveggin, bert hugflogið setur avmarkingina.

Annar íblástur er eisini úr eitt nú víkinga ornamentikki úr miðøld, men rútman og kompositiónin í strikunum á veggunum er nokk eitt sindur meira kontrollerað hjá mær, enn tær eru hjá barninum - mann er væl eftirhondini ein hálvgamal maður.

Og so navnið á skúlanum "Skúlatrøð" uppkallaður eftir trøðni, her hann er staðsettur. Tað hevur eisini verið við í huganum tí, hvat er á eini trøð? Jú, har eru plantur og djór, fuglar og løkir við sílum, spælandi børn, kanska ein stórur íbygdur steinur, har grør um gangandi fót, har verður lendið dyrkað, so at mann fær sum mest burturúr. Júst soleiðis sum ein skúli eisini ger, hann arbeiðir jú við at fáa tað besta burturúr sínum tilfeinginum. Børnunum.

Verkinum á veggjunum á Skúlatrøð havi eg givið heitið SØGUSTROK, sum er eitt samansett orð, og apropos ávirkanina av altjóða mentan, er enska heitið STORYLINES.

Klaksvíkar Kommuna hevur fingið ein nýggjan og stásiligan skúla við fyrstafloks kørmum til undirvísing og menning. Og stóru skúlabygningarnir standa sum ein prýðilig mentanarborg í miðbýnum.

Hendan listprýðisverkætlan er eisini fyrsta av sínum slag í kommununi, har listprýði varð ein partur longu frá byrjan.

Hetta frøist eg sum listafólk sjálvandi um, list í almenna rúminum er umráðandi.

Jú fleiri listaverk i almenna rúminum, tað veri seg standmyndir, veggjamálningar o.a. jú meira von verða fólk við, at listin verður ein natúrligur partur av gerandisdegnum.

List fer frá at vera okkurt mystiskt, sum man ikki hevur skil fyri ella ikki tímir, til at vera eitt tilboð í býnum, hon fjálgar og lyftir býin. Ein býur, sum brúkar orku og pengar uppá list, er tekin um ein sterkan bý, sum hevur eitt kollektivt mentalt yvirskot til at taka listina við í framburðin.

Og til tey, sum kanska halda, at listprýði og standmyndir eru fjant og fjas, ja, tað bera oyðsl, ja, so er tann meiningin, í sjálvum sær, jú eisini ein reaktión uppá listina.

Reaktiónin flytur møguliga okkurt allíkavæl, tú vaknar kanska úr líkasæluni verður provokeraður, ja, ella bergtikin.

Tú kanst dáma eitt listaverk ella ikki, men øll hesi lætt atkomuligu listaverkini, sum knappliga vísa seg fyri tínum eygum ymsastaðni í býnum, verða við tíðini ein inngrógvin partur av samleikanum hjá býnum og býarbørnunum.

Tú verður góður við tey og verður sostatt tilvitaður um list, hon nýtist ikki at vera so mystisk kortini.

Fyrsti listabólkur, settur av Klaksvíkar Kommunu, hevði átta umboð. Hesin listabólkur hevur havt til uppgávu at avgera, hvussu Skúlatrøð skuldi listprýðast.

Umboðini í hesum bólki hava verið:

John Færø, Beinta Klakkstein, Signhild V. Jóhannesen og Tonja Sonnhardsdóttir, vegna Klaksvíkar Kommunu, Vagn Foldbo og Eyðbjørn Jacobsen vegna Skúlatrøð, Mildrid á Lógv vegna skúlastýrið og Svend Sivertsen vegna Fuglark

Takk fyri álitið mær var givið og takk fyri gott samstarv.

Eg takki eisini arkitektunum Høgna Kastalag og Svend Sivertsen fyri samstarvið í samband við teknisku og praktisku tilgongdina til listprýðið.
Somuleiðis takki eg Innspark, sum hevur staðið fyri framleiðsluni av verkinum, og El-IN, sum hevur staðið fyri el arbeiðinum.

Aftur til veggin. Listprýðið er gjørt soleiðis, at partar av tí kunnu lýsa. Tí hava vit í kvøld eina almenna "tendring", har partar av verkinum verða tendraðir fyrstu ferð, og soleiðis kemur verkið hereftir at lýsa um kvøldarnar.

Verkið kemur at markera Skúlatrøð í býarmyndini, bæði um dagin og um kvøldið.

Á ein hátt er tí talan um tvey verk, tí ikki allar strikurnar tendra um kvøldið, og verkið er um dagin eitt annað enn verkið um kvøldið.

Her kemur so aftur hugflogið upp í leikin, tí í myrkrinum koma fuglar, fiskar, djór og plantur til sjóndar, har tey lýsandi sveima í leysum lofti í myrkrinum, og hvør veit? Kanska teknar tú nú sjálvur ella sjálv nýggjar strikur og formar fyri tínum innara eyga, sum gera, at tú fær tína heilt egnu lítlu søgu at siga frá.

Takk fyri!