Rani - ein nýggj byrjan

Útgivið tann: 9.november 2020

Rani - ein nýggj byrjan

Útgivið tann: 9.november 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni, Bókahillin

Hevur tú lisið bókina Rani - ein nýggj byrjan? Vit hava fingið eitt deiligt bókaummæli frá einum næmingi í 9. flokki, so tað verður endurgivið her.

RANI - ein nýggj byrjan

Bókin, Rani - ein nýggj byrjan, er skrivað av føroyska rithøvundinum Ingun Christiansen í 2014. Ingun er uppvaksin í Hósvík, har hon eisini býr, samnan við soni sínum.

Bókin er um Rana, mammu hansara og Anju, systir hansara. Tey eru í summarferiuni flutt til lítlu grannabygdina Tórsvík. Mamma og pápi Rana eru skild. Mamman arbeiðir sum sosialráðgevi í Fossá, har tey búðu áðrenn, tað er bert hálvur tími at koyra. Í Tórsvík kenda øll hvønn annan. Rani dámar væl at sparka fótbólt, og á fótbóltsvøllinum oman fyri skúlan hittir Rani fleiri dreingir. „Sparkar tú ikki við Fossáliðnum,” spurgdi ein drongur við ljósum hárið og brúnum eygum. Tað var Haraldur. Rani hevði ofta spælt ímóti Tórsvíksliðnum, men hann kendi ikki dreingirnar. Rani hevði ongar ætlanir um at fara at spæla við Tórsvíksliðnum, men ætlaði at forseta í Fossásliðnum, tá ið venjingin byrjaði aftur í septembur.

Í bókini eru evni sum hjúnarskilnaður og happing. Eisini lýsir hon væl, hvussu trupult tað er, tá ið man skal flyta í eitt annað stað, og hvussu happing er alt ov vanlig ímillum børn.

Eg haldi, at tú burdi lisið bókini, og tí skrivi eg ikki meira um innihaldið :) Les sjálv/ur, so fært tú at vita meira.

Mær dámar væl bókina, hon er góð og løtt at lesa. Hon lýsur væl umhvørvið, og hon er viðkomandi í dag. Man kann læra nakað av henni og kanska eisini fáa hug at hjálpa øðrum.