Tað kundi verið eg

Útgivið tann: 16.november 2020

Tað kundi verið eg

Útgivið tann: 16.november 2020

Skrivað hevur: Eyðbjørn Jacobsen

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í gjár skipaði Reyði Krossur fyri landsinnsavning í sjónvarpinum. Til høvið varð ein serstakur sangur smíðaður, sum næmingar á Skúlatrøð sungu. Næmingarnir eru Teresa Ziska Dahl, Anna Lovisa Mýri, Paula Á Lakjuni og Jóannes í Brekkuni. Skúlakórið og næmingar úr 4. flokki á Skúlatrøð sungu kór. 

Sangurin er hugleiðandi og staðfestir, at tað kundi verið eg, og tað kundi verið tú, sum brádliga hevði brúk fyri hjálp. Lurta eftir sanginum her:

Orðini og lagið eigur Steintór Rasmussen. Les tekstin her:

Tað kundi verið eg

Handan høga fjallið búgva børn ið líkjast mær
Á myndini ein skúli, og eg kundi gingið har
Ein genta og ein drongur eru komin til ein brunn
Hon drekkur vatn í sólini og smílist glað og sunn
Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú
Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú

Handan gráu høvini leikar í ein ódn
Trøini tey skelva og eg síggi bangin børn
Raka kann ein vanlukka eitt mannalív so dýrt
Ein flóðalda kann skola allar vakrar dreymar burt
Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú
Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú

Handan grønu skógina er jørðin sviðin av
Dagurin er vónleysur hann onga mettu gav
Eg veit at læknar fara út, bjargað verða mong
Og góðir samarittar bera mat til veik og svong
Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú
Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú

Handan myrku skýggini ein sól sum skínur bjørt
Kanska eg kann hjálpa, og eg fái okkurt gjørt
Gævi at mítt hjarta altíð føla vil við tær
Tað kundi verið eg, sum í tíni støðu var
Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú
Eg siti her í Føroyum og eg hugsi um teg nú


Stílað fyri og hjálpt við sangi og undirspæli:
Heini Ziska Dahl
Elsa Maria Lorenzen
Malan Heinadóttir Hansen

Upptikið, spælt og ljóðblandað:
Alvin Ellebye

Filmað, klipt og sett saman:
Eyðbjørn Jacobsen

Samskipað fyri Reyða Kross
Steintór Rasmussen