Sólskipanin innan skúlagátt

Útgivið tann: 16.november 2020

Sólskipanin innan skúlagátt

Útgivið tann: 16.november 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í 4. flokki hava næmingarnir lært um sólarskipanina í náttúru og tøkni.

Fleiri myndir her.

Jørðin er ein av átta gongustjørnum, sum ganga kring sólina. Sólin og allir knøttirnir, sum eru í ringrás um hana, eru við í sólskipanini.

Sólskipanin er ómetaliga stór. Veitst tú av, at fjarstøðan millum Pluto og Sólina er umleið 6.000.000.000.000 metrar? Í einum jetflogfari hevði tað tikið 790 ár at ferðast hendan teinin, og at flogið frá Sólini niður á Jørðina hevði tikið umleið 20 ár.

Um tú hevur hug at lesa meira um rúmdina, so kanst tú trýsta her og vitja heimasíðuna rumdin.fo.