Valskúlin og fjølbroytt rørsla

Útgivið tann: 20.november 2020

Valskúlin og fjølbroytt rørsla

Útgivið tann: 20.november 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í Valskúlanum ganga næmingarnir í 10. flokki. Hvørt ár kunnu næmingarnir velja ymiskar breytir eftir áhuga.

Ein av linjunum hvørt ár er ítróttur, har m.a. verður undirvíst í ástøði, rørslu og ymiskum ítróttargreinum. Hetta ger, at undirvísingin gerst rættiliga fjølbroytt og næmingarnir koma víða um innan ymsu ítróttargreinarnar.

Her eru nakrar myndir frá undirvísingini frá august til november og á skránni hevur verið flogbóltur, fótbóltur, badminton, styrkivenjing, boksing, dart, spinning, svimjing, súkkling, judo og frælsur ítróttur.