Verkætlanir um heilsu og kost

Útgivið tann: 20.november 2020

Verkætlanir um heilsu og kost

Útgivið tann: 20.november 2020

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í vikuni byrjaðu 9. flokkarnir at arbeiða við verkætlan við yvirskipaða evninum heilsa og kostur. Út frá hesum evninum hava næmingarnir valt sær eitt undirevni, sum tey arbeiða við.

Arbeiðið hevur gingið væl og næmingunum dámar væl hendan arbeiðsháttin. Rasmus og Leivur arbeiða við evninum ung og rúsevni. Teir lata væl at arbeiðinum.

- Okkum dámar væl at arbeiða soleiðis. Hetta er øðrvísi og serliga er tað frælsið, sum er gott. Vit velja sjálvir, nær vit hava steðg og eisini, hvar ella hvussu vit arbeiða. Vit hava valt okkum eitt áhugavert evni, so hetta er á góðari leið, smílast teir samdir. 

Onnur evni, sum næmingarnir arbeiða við eru m.a. ung og kostur, etingarólag, trivnaður á skúlanum, hvussu undirvísingin í fólkaskúlanum kann broytast, so hon gerst meira áhugaverd fyri tey, sum ikki tíma, angist og meira kropsligt arbeiði í skúlanum.  

Vit ynskja næmingunum góðan arbeiðshug.

Fleiri myndir av arbeiðssomu næmingunum eru her.