Arbeiða saman um at bygga kavasmáttu

Útgivið tann: 11.januar 2021

Arbeiða saman um at bygga kavasmáttu

Útgivið tann: 11.januar 2021

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Hesi børnini í 5. flokki arbeiða við íverksetan í løtuni. Í dag var evnið samstarv og tilrættarlegging.

Tey fóru tí út í kavan, har tey saman skuldu samstarva um at byggja eina kavasmáttu. Fyri at gera avbjóðinga enn størri fingu tey hvør sína skuffu at brúka sum amboð, og ístaðin fyri spannir og spakar fingu tey hvør sína skuffu.

Næmingarnir høvdu 75 minuttir at brúka uttanfyri, so tey máttu byrja arbeiðið við at tosa saman og finna ein felags málsetning. Síðani skuldu tey býta ymisku uppgávurnar ímillum sín, soleiðis at tey fingu sum mest burtur úr tíðini.

Allar 75 minuttirnar hugnaðu tey sær og hugsavnaðu seg um gott samstarv og góðan arbeiðshugburð - alt uttan at nakar lærari blandaði seg upp í nakað sum helst. Hetta var teirra verkætlan hendan dagin, sum tey sluppu at eiga sjálvi. Og væl kom burturúr, má sigast! ;)