Mær dámar best góðar bøkur

Útgivið tann: 12.januar 2021

Mær dámar best góðar bøkur

Útgivið tann: 12.januar 2021

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Nú gongur skúlaárið aftur sína vanligu gongd. Á bókasavninum er lív, og flestu næmingunum dámar væl at vitja har og læna bøkur. Tey lesa ymiskt serliga á føroyskum, donskum og enskum.    

Ein av teimum, sum í morgun lænti bøkur, var Vón í 3. flokki. Hon skuldi lata tvær bøkur inn, og so lænti hon eina nýggja.

- Bøkurnar, sum eg lat inn í dag, vóru Skulu vit ganga saman og Sova hjá Malju. Hetta vóru góðar bøkur, og tær hava lilla krabba.

At bøkurnar hava lilla krabba vísir á, hvørjum torleikastigi bókin er á. Hesar hava eitt sindur longri setningar, enn tær lættastu, og tær hava eisini eitt sindur torførari orð.

- Mær dámar væl at lesa, serliga tá ið tað er um okkurt spennandi og okkurt, sum eg kenni aftur frá gerandisdegnum. Fleiri av mínum floksfeløgum kenna eisini persónarnar í hesum bókunum. So vit kunnu tosa um persónarnar og um, hvat hendir í søguni. Tað er stuttligt.

- Hesar bøkurnar hava eisini góðar og nógvar myndir, sum vísa persónarnar, sum eg lesi um.

Nakrir av floksfeløgunum hjá Vón koma framvið, og teimum dámar eisini væl krabbabøkurnar. Tær standa og blaða í bókunum, og knappliga sigur ein:

- Og vit finna eisini onkran feil í bókunum. T.d. verður Julia í bókini spurd um yndismat hennara, og hon svarar gult.

- Tað kann ikki passa, siga tær og fara at flenna.

Í hesi røðini eru einar seks ella sjey bøkur, og tær fer Vón eisini at lesa.

- Eg lesi mest í skúlanum, men onkuntíð eisini heima. Tað er ikki so galið at lesa, sigur Vón, og eg takki fyri áhugaverda prátið.

Her er mynd av nøkrum av floksfeløgunum hjá Vón :)

Les her um krabbabøkurnar, sum Bókadeildin gevur út.