Dagur í viku við dansi og pottasláttri

Útgivið tann: 15.februar 2021

Dagur í viku við dansi og pottasláttri

Útgivið tann: 15.februar 2021

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í dag er seinasti dagur fyri føstu. Tí var skúladagurin skipaður øðrvísi enn vanligt m.a. við føroyskum dansi og pottasláttir.

Myndir frá degnum eru her.

Næmingarnir møttu kl. 8.00 og longu kl. 8.45 var farið upp á gólv. Dansað var í hvørjum árgangi fyri seg, tí hugsað varð um almennu tilmælini um frástøðu og reinføri. Næmingarnir, sum seinastu dagarnar hava lært seg kvæði, høvdu gott stev og væl varð dansað. 

Kl. 9.30 var fríkorter og síðani fingu næmingarnir bollar og kakao. Tá ið ruddað varð av var klárt at fara út at sláa pott. 

Eftir matarsteðg og eina hugnaløtu í flokkunum fóru næmingarnir heim. Ein frálíkur og øðrvísi dagur. 

Nú fara næmingarnir heim at gera seg klárar til at hitta klaksvíkingar grýluklædd, so takið væl ímóti teimum í kvøld :) 

Í morgin, týsdagin 15. februar, hava næmingarnir frí. Vit síggjast aftur mikumorgunin kl. 8.00.