Hørpu ríma gevur íblástur til søgur

Útgivið tann: 19.februar 2021

Hørpu ríma gevur íblástur til søgur

Útgivið tann: 19.februar 2021

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Hørpu ríma er søgan um tveir biðlar, sum koma til garðs og biðja um ta yngru systrina. Kvæðið lýsir systrarnar báðar, og hvussu eldra systirin beinir fyri teirri yngru. Her setir kærleikin ilt ímillum.

Evnið er spennandi, og hetta var kvæðið, sum 8. flokkur kvað á árliga dansidegnum mánadagin. Næmingarnir hava lært kvæðið og innihaldið, so í dag fingu tey í samband við kvæðið eina uppgávu.

Næmingarnir skulu skriva eina søgu, sum hevur sama evni, sum Hørpu ríma. Tey eru frí at skrivað tað, teimum lystir, men evnið skal vera systkyna stríð.

Hesa uppgávuna kanst tú eisini gera, um tú hevur hug.

Næmingarnir sótu hugaligir í miðhøllini og skrivaðu, og teimum verður ynskt góðan arbeiðshug.

Kanska hoyra vit frá teimum, tá ið søgurnar einaferð verða lidnar. 

Her kanst tú lurta eftir Hørpu rímu, sum eisini kann vera bandadansur.