Hvønn týsdag og hósdag kl. 9.30 til 9. 45 ber til at seta seg inn á bókasavið at lesa. Har er friðarligt og góðir karmar til góðu lesiløtuna.
Hav bókina við og njót løtuna. Alt tykist róligt og friðarligt, men hugin er virkin. Vinalag, kríggj, kærleiki, vakur heimur, kongar, drotningar, ævintýr, har alt ber til, og vit kundu blivið við.
Astrid Lindgren segði, at børn skapa undur, tá ið tey lesa. Tann dagin, hugflogið ikki longur orkar at skapa tey, tá gerast vit fátæk.
Góðan lesihug!