Í trappuuppgongini suður í nýggja skúlabygninginum hanga vakrar myndir, linoliumsprent, sum næmingar í 6. flokki hava gjørt í evning.
Nøkur teirra hava leitað sær íblástur á netinum, og onnur hava nýtt hugflogið, tá ið myndevnið til mynd teirra skuldi veljast.
Myndin varð fyrst teknað, og síðani var farið at skera út við knívum, ið eru serliga ætlaðir til hetta arbeiðið.
Linoliumsmyndirnar kunnu prentast, broytast og endurprentast fleiri ferðir, og hetta ger linoliumsprent spennandi at arbeiða við.
Tú ert vælkomin á framsýning, og fleiri myndir eru her.