Ótrúliga søgan um risastóru peruna

Útgivið tann: 23.februar 2021

Ótrúliga søgan um risastóru peruna

Útgivið tann: 23.februar 2021

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í 2. b hava vit arbeitt við bókini Ótrúliga søgan um risastóru peruna eftir Jacob Martin Strid.

Søgan er um Micho og Sebastian í Føgruvík, sum funnu ein fløskupost. Hetta varð byrjanin til eina spennandi ferð saman við Vitra professara út til loyndarfullu oynna at bjarga Jeronimusi borgarstjóra, so hann aftur kundi fáa sæti í bygdini. Á hesi ferð vóru ymsar forðingar, ikki minst var tað varaborgarstjórin, Knútur, sum vildi gera alt fyri at sleppa at ráða fyri borgum. Aðrir vandar vóru sjórænarar, ein stórur sjódreki og eitt bølamyrkur við óhugnaligum verum.

Ferðin endaði í øllum góðum, borgarstjórin kom aftur til Føgruvíkar, og veitsla varð hildin, har øll sluppu við.

Tað fyrsta, vit gjørdu, var at tosa um permu og permumynd. Vit tosaðu um rithøvunda, og hvussu bókin er býtt í partar. Næmingarnir fingu hvør sína peru at klippa út, har teir m.a. skrivaðu navnið á rithøvundanum. Perurnar vóru so límaðar á grønt kartong og hongdar upp.

Tað næsta var at tosa um myndirnar í bókini og hoyra søguna. Filmur er gjørdur av søguni, so vit hugdu eisini eftir honum.

Næmingarnir fingu eitt brot úr bókini at skriva av, vit tosaðu um ávís orð, stavihættir og týdningar, og m.a. skuldu tey finna navnorð í brotinum. Næmingarnir teknaðu hvør sína hending í søguni, ein háttur at kunna gerast varir við, at søgur hava eina søgugongd. Hvat kemur fyrst, næst o.s.fr.

At enda sluppu næmingarnir at gera sína egnu ferð. Teir gjørdu eina faldibók úr grønum kartongi, sum hevði skap sum pera. Her skuldu tey tekna tveir vinir í onkrum filmi ella spæli, sum tey vildu hava við á ferðini, og skriva, hví teir skuldu við. Harafturat skuldu tey eisini innrættað peruna, og tískil máttu tey hugsa um, hvat er neyðugt at hava við á einari slíkari ferð út á hav. Mat, sjónvarp, teldu og vespappír hildu tey flestu vera neyðugt at hava við.

Hetta alt vísa myndirnar væl, so trýst her fyri at síggja tær.

Vit takka fyri spennandi tíðindi og fittar myndir frá 2. b.