Harra Pætur og Elinborg pallsett

Útgivið tann: 25.mars 2021

Harra Pætur og Elinborg pallsett

Útgivið tann: 25.mars 2021

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Í morgun var leikurin Harra Pætur og Elinborg spældur fyri seinastu ferð á Skúlatrøð. Tað er 5. flokkur, um hevur pallsett leikin, og tey hava nú í nakrar dagar spælt fyri næmingunum í innskúlingini og miðdeildini.

Fyri føstu kvóðu næmingarnir hetta kvæðið, sum tey nú hava pallsett. Leiklutirnir vóru frásøgufólk, Elinborg, Pætur, mamman, Eirikur, Ingibjørg og síðani keypmenn, ternur, tænarar, ein gomul kona o.s.fr. Ein sera góður og væl spældur leikur.

Fleiri myndir frá framførsluni í dag eru her.

Á sprotin.fo undir Søgu og stev skrivar Árni Dahl m.a., at hugtakandi riddarakvæðið um Harra Pætur og Elinborg verður stutt lýst soleiðis í vísindaverkinum “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad“, sum kom út í Oslo í 1978, og sum okkara køni kvæðagranskari, Mortan Nolsøe, átti sín lut í:

“Elinborg lovar at bíða ávíst áramál eftir Pæturi, meðan hann er uttanlands. Tá ið avrádda tíðin er fráliðin, hittir hon ein skipara, sum sigur henni, at Pætur hevur funnið sær annað vív. Hon heldur av stað við skipi sínum at finna hann í fremmanda landinum. Tá ið hon kemur vegin fram, klæðir hon seg sum mannfólk og fer at finna Pætur á máli. Pætur kennir hana aftur. Hann letst, sum hon er systursonur hansara, fær loyvi at fylgja henni til strandar, og soleiðis sleppa tey við skipi til rýmingar.“

Tað er tí ikki so løgið, at tað rættiliga fast verður kvøðið í brúðardansi, tá ið brúðarvísan ella brúðarvísurnar eru av.

Í norðurlendskum høpi er hetta væl kend søga. Og tað kunnu vit lýsa við at kaga í verkið “Danmarks gamle folkeviser“, har hon er at finna í tólv brigdum undir felagsheitinum “Stolt Ellensborg“, níggju donskum, einum svenskum, einum íslendskum, og so er føroyska A-brigdið eisini við. Umframt hetta finna vit eitt norskt brigdi, “Herre Per i Riki“, í kvæðaútgávuni hjá M.B.Landstad.

Taka vit longdina fyrst, so er føroyska kvæðið tað longsta, 52 ørindi. Svenska er stytst, 16 ørindi, norska er 22, íslendska 34, og donsku brigdini liggja úr 42 niður í 24 ørindi.

Kvæðið byrjar við frásøgnini um trúlovingina millum hesi ungu, Elinborg og Harra Pætur, um bíðitíð hennara og um vónina, ið kveikist í henni, tá ið hon heldur seg kenna skipið, ið unnusti hennara fór av stað við.

Hoyr kvæðið her og tú ert vælkomin at kvøða við.

Vit takka 5. flokki fyri frálíka leikin.