Valskúlin kveikir skapanrhugin

Útgivið tann: 25.mars 2021

Valskúlin kveikir skapanrhugin

Útgivið tann: 25.mars 2021

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Valskúlin á Skúlatrøð er 10. flokkur, sum er staðsettur á Garðavegum. 10. skúlaárið er eitt øðrvísi ár við serligum tilboðum, sum fleiri av næmingunum, sum hava tikið fráfaringarroynd fólkaskúlans, hava hug at royna. 

Umframt aðrar lærugreinar á Valskúlanum ber til at velja list sum breyt. Soleiðis kunnu næmingarnir veruliga royna síni kreativu og skapandi evni, og væl liggur fyri hjá teimum.

Á listabreytini verður dentur lagdur á at royna nógv ymiskt, so tað er ongantíð keðiligt. Í ár hava næmingarnir millum annað arbeitt við leiri, glaslist, oljukriti, portrettmyndum, pop art, málningalist og øðrum.

So, bara hugflogið setur mørk.

Her eru nakrar myndir frá ymsum, sum næmingar í Valskúlanum hava fingið burturúr.