Vinnarin av ListaMeldri er á Skúlatrøð

Útgivið tann: 26.mars 2021

Vinnarin av ListaMeldri er á Skúlatrøð

Útgivið tann: 26.mars 2021

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

So er greitt, hvør hevur vunnið høvuðsvinningin hjá ListaMeldri 2021. Tað vóru nevniliga næmingar og starvsfólk á Skúlatrøð.

ListaMeldur er eitt árligt tiltak, ið endar við einum stórum listafagnaði. ListaMeldur eggjar børnum og ungum at seta myndlist á breddan við eini rúgvu av listaligum tiltøkum og framsýningum á fólkaskúlum. Hugskotið er sprottið úr gransking, sum vísir, at næmingar, ið arbeiða við list í skúlanum læra og trívast betri.

Umframt framsýningar hava kappingar verið á skránni. Høvuðsvinningurin fór til tann skúlan, sum skipaði fyri onkrum spennandi á skúlanum.

So hví endaði høvuðsvinningurin á Skúlatrøð?

Fyri listaligu evnisvikuna, sum næmingar á Skúlatrøð høvdu fyrr í mars, vann skúlin fyri at megna at fáa heilar 600 næmingar virknar í list á skúlanum so ella so.

Næmingarnir í 1. til og við 6. flokk arbeiddu við fiskum og fuglum, sum tey skuldu skapa tvey sansarúm við - eitt við fuglum og eitt við fiskum. Í sansarúmunum var serstakt ljós og ljóð sett upp. Hetta alt legði upp til at síggja vakra ymisleikan í havinum og í luftini.

7. flokkur fekk frálíka hugskotið saman at mála skúlagarðin, so at næmingarnir fáa gleði av ymiskum spølum. So nú kunnu næmingarnir lakka paradís, ganga eftir bylgjutum linjum, telja, rokna brøk, spegla meg, gera longdarlop og stava o.s.fr.

8. flokkur fekst við stuttfilmar um mállæru, lokala søgu og nøkur valdu at filma ræðusøgur.

Les um skapandi evnisdagarnar her.
Les um sansarúmini her.
Les um stuttfilmar um mállæru.
Les um prýðingina av skúlagarðinum.

Dagarnir eydnaðust sera væl og tryggjaðu á Skúlatrøð høvuðsvinningin hjá ListaMeldri 2021. Eftir páskir verða vinningarnir bornir út, so tá verður eisini meira at frætta um hetta.

Við hesum verður øllum ynskt einar gleðiligar páskir og vit síggjast aftur týsdagin 6. apríl kl. 8.