Starvsvenjing er góð venjing

Útgivið tann: 5.apríl 2021

Starvsvenjing er góð venjing

Útgivið tann: 5.apríl 2021

Skrivað hevur: Tóra við Keldu

Tíðindabólkar: Tíðindabólkur á framsíðuni

Fyri páskir vóru næmingarnir í 9. flokki í starvsvenjing. Skúlin er takksamur fyri mongu fyritøkurnar, sum taka væl ímóti okkara ungu, sum ynskja at royna seg á arbeiðsmarknaðinum. Tey gleða seg nógv til starvsvenjingina og koma aftur við hópin av upplivingum.

Her hoyra vit frá nøkrum teirra og myndir eru her.

Aurelia valdi at royna síni kreativu evni og fór tí í Grafia, sum er eitt grafiskt virki. Aurelia byrjaði tíðliga at tekna og serliga hevur hon áhuga fyri at arbeiða við illustratiónum til søgur. Tað fekk hon eisini møguleika til í Grafia, har hon eisini arbeiddi við tekningum, animatiónum og illustratiónum.

Anitha valdi at fara í ungdómshúsið, har ung í aldrinum 10 til við 18 ár savnast. Orsøkin til valið var serliga, tí hon sjálv hevur gingið har og helt, at tað var spennandi, at eingin dagur var líka. Har er nógv og ymiskt at gera. T.d. verður bakað, tey eru nógv úti og gera ymiskt kreativt.

Anna Lovisa dámar væl at seyma og var glað, at hon slapp at royna seg við seymimaskinurnar í Verkstaðnum úti á Klaksvíkvegnum. Her slapp hon at brúka síni kreativu evni og arbeiddi saman við teimum trimum kreativu kvinnunum, sum reka seymistovuna. Anna Lovisu dámdi væl og helt, at tað er hugnaligt og læruríkt.  

Sólveig og Vibeka vóru saman á Norðoya Apoteki. Tær valdu tær at fara har, tí tær høvdu hoyrt um onnur, sum høvdu roynt tað, og tað ljóðaði spennandi. Tær halda, at dagarnir vóru spennandi, stuttligir og læruríkir. Tær sluppu t.d at standa aftan fyri kassan, gera reseptir klárar og fingu vitan um, hvussu tað er, at starvast á apotekinum.

Una valdi at royna lívið sum blaðfólk á Norðlýsinum. Hon lærdi at skriva og seta greinir upp, at leggja út á heimasíðuna. Tiðina Una hevur verið á Norðlýsinum hava lesararnir serliga lagt til merkis, at meira var at frætta frá teimum ungu í býnum. Una heldur, at dagarnir vóru bæði spennandi og læruríkir.

Hetta er ein góður møguleiki at royna seg á arbeiðamarknaðinum, og nøkur eru nú óivað greiðari yvir, hvørja starvsleið tey um nøkur ár fara.

Vælkomin aftur í skúla 9. flokkur :)