SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
26. mai 2023
Evning og hugflog
23. mai 2023
Nýggj dagføring um matarskipanina!!
23. mai 2023
Vitjan heilt úr Japan
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Postarenning í Klaksvík.

Hvør bólkur skal taka eina mynd, hvar tit vísa, at uppgávan er loyst á staðnum. Stig verða givin fyri skjótleika (hvør bólkur kemur fyrst á mál) og kreativitet. Øll uttan ein (myndafólk) skulu verða við á myndini.

Myndirnar skulu takast á postinum.

1. Klaksvíkar Sjúkrahús
Taki mynd framman einari inngongdunum á sjúkrahúsinum

2. Standmyndin av Elinborg Lützen
Taki mynd saman við standmyndini

3. Kvinnan við róðrið
Taki eina mynd, sum ímyndar lívið á sjónum

4. Inn
Taki eina mynd við eini matvøru, sum øll í bólkinum dáma væl

5. Roykstovan
Taki mynd fram við málaða vegginum, har tit síggja út sum ein natúrligur partur av málninginum

6. Christianskirkjan
Taki mynd undir kirkjutorninum

7. Varpið
Taki mynd, meðan bólkurin ger eina menniskjapyramidu við nýggja mentanarhúsið

8. Dunnur
Taki mynd av bólkinum saman við dunnunum við Biskupstorg

9. Fonn Flog
Taki mynd framman fyri Fonn Flog, har bólkurin ímyndar eina ferðaklára bólkaferð

10. Lívsins Træ
Finnið eitt træ og taki mynd, har bólkurin tekur skap sum Lívsins Træ

11. Bátabrúgvarnar
Taki mynd á eini av bátabrúgvunum við FK

12. Íverksetarahúsið
Taki mynd við Íverksetarahúsið, har tað sær út sum, at bólkurin hevur fingið "heimsins besta hugskot!"

13. Borg
Taki mynd á parkeringsplássinum uttanfyru Borg, har bólkurin ímyndar eina borg

14. Lærarin og vit
Taki mynd saman við einum av tykkara yndislærara á Skúlatrøð

Bókasavnsbøkur

 

Minnist til at lata allar bókasavnsbøkur inn áðrenn 17. mai

Leitið í skuffum, skápum, taskum og heima, so at onnur eisini kunnu fáa gleði at lána tær.

Heilsan 

Skúlabókavørðirnir.

Hugdýpingarøki

Vit hava trekt hugdýpingarøki til royndina í føroyskum/donskum. Meira kunning liggur undir teiginum Føroyskt.

13.03.2023

G.G. Starvslæra í 9.fl.

Hóast tit ganga í 8.fl., mugu tit longu nú hugsa um starvslæruna í 9.fl.

Tit skulu í starvslæru í v. 37 og 38 (11.09 til og 22.09.23).

Vit koma runt og greiða tykkum frá týsdagin 14.03 í 1. ella 2.t.

Starvslæruynskir

Vinarliga latið skjalið inn aftur í seinasta lagi 27.03.

Vinarliga Tina, Bergljót og Hanna

8.Ð flokkur

Vika 22 - 2023

Mánadagur
29. mai
2. Hvítsunnud. Frí
Týsdagur
30. mai
Várroynd, danskt
8:15-9:45 Máluppgáva
9:45-10:15 Steðgur
10:15-13:15 Framseting

Minnist til at møta stundisliga!!
Mikudagur
31. mai
Várroynd, enskt
8:15-9:45 Máluppgáva
9:45-10:15 Steðgur
10:15-13:15 Framseting

Minnist til at møta stundisliga!!
Hósdagur
1. juni
Várroynd, støddfrøði
8:15-9:15 Fimisrokning
9:15-9:45 Steðgur
9:45-13:15 Greiðslurokning

Minnist til at møta stundisliga!!
Fríggjadagur
2. juni
Várroynd, føroyskt
8:15-9:45 Máluppgáva
9:45-10:15 Steðgur
10:15-13:15 Framseting

Minnist til at møta stundisliga!!
8.Ð Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur Fríggjadagur
08:00 - 08:45 Kristni Lívfr Støddfr
08:45 - 09:20 Kristni Lívfr Støddfr
09:45 - 10:30 Alis/ev Ítrott Støddfr Samfr Dk
10:30 - 11:15 Alis/ev Ítrott Støddfr Landal
11:15 - 11:35 Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur Matarsteðgur
11:45 - 12:30 Dk Landl Dk En
12:30 - 13:15 Støddfr Samfr Alis/ev En
13:25 - 14:10 En  

Tý/sjó

Tý/hand Dk
14:10 - 14:55 En  

Tý/sjó

Tý/hand  

 

Góðu foreldur

Nú Linda er farin í farloyvi, so er flokslæraraleikluturin býttur ímillum meg (Dánjal) og Jonu. Jona verður tó møguliga eisini burtur í eina tíð, tískil eri eg fyribils einsamallur flokslærari.

Um tit hava tørv á at koma í samband við meg (fríloyvi, sjúka o.s.fr.), so kunnu tit ringja/sms'a á tlf. 252832, ella senda teldupost á dk2307t5@skulin.fo.

vh

Dánjal H. Kjærbo