SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
21. september 2021
Heystblómur
21. september 2021
Kom inn og vitja 1. flokk
21. september 2021
Vit eru eins og bløð
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Myndir og myndlist – Stóra systir
 
Áðrenn tit byrja at svara spurningum á skrift. Tosið í felag!

Hvat heldur tú um myndina? Hvat kemur tú í tankar um, tá tú sært myndina? Hvussu er myndin bygd upp?

Greinið myndina og skrivið svarini inn á teams!

 

1.     Persónar - Hvussu verður persónurin lýstur – kropsburður og andlitsbrøgd?

a.     Glaður/syrgin – látur ella grátur

b.     Sjúkur – frískur

c.     Spentur – líkasælur

d.     Stoltur – uppgevandi

e.     Samspælið við onur á myndini

 

2.     Stað og umhvørvið – hvar eru vit stødd og hvussu er umhvørvið?

a.     Úti - inni

b.     Umstøðurnar - huglagið

c.     Hugni – óhugni

 

3.     Lutir og klædnabúni – hvørjir lutir og hvussu er klædnabúnin?

a.     Sigur hetta nakað um tíðina?

b.     Sigur hetta nakað um samfelagsligu støðuna?

 

4.     Skipan og uppbygging – hvussu er myndin skipað ella uppbygd?

a.     Sjónarhorn

b.     Dýpd

c.     Litir

d.     Ljós – nátúrligt – lampa – kertuljós  súmbolskt

e.     Rørsla – friður – ófriður (statiskt/dynamiskt)

 

5.     Søgan í myndini – liggur ein søga í myndini?

a.     Huglag – kenslulig støða

b.     Kend – ókend

c.     Átrúnaðarlig – ikki átrúnaðarlig

d.     Myndin – hvussu eitur myndin?

 

6.     Annað um myndina – hvat vita vit?

a.     Nær er hon málað

b.     Hvør hevur málað

c.     Hvat slag av málningi/máling

d.     Er nøkur ætlan við myndini – nakar boðskapur

7.     Her er eitt uppskot til, hvat litirnir kunnu týða.

a.     Hvítt – ljós frá himli, reinleiki, einglar

b.     Svart – myrkur, nátt, synd, deyði, sorg, helviti, djevul og hatur

c.     Reytt – kærleiki, kenslur, góðar og ringar, blóð, eldur, kærleikin frá himli

d.     Blátt – himmal, hav, trúskapur, hugsan, guddómliga, kongaliga, loyndarfulla

e.     Grønt – vón, vøkstur, sissandi, kveikjandi trivnaður

f.      Gult/gull – sól, ríkidømi, skreyt, skart, øvund, ótrúskapur, svik, ævinleiki, dýrd, vísdómur

g.     Grátt – dapurt, keðiligt, sjúka, uttanveltaður, veikleiki.

 
Kristni 6. oktobur 2020 – Pætur ápostul

Í dag arbeiða tit í hesum bólkum og við hesum spurningum. 

Kjakist um spurningarnar og gevið tykkara hugsan til kennar. Allir bólkar fáa høvi at siga sína hugsan.

 

1.     Ranja - Kim - Sofía - Rói

Í Føroyum verða kristin ikki forfylgd, siga vit, men kann tað verða trupult at vera kristin í Føroyum í dag? Hví/Hví ikki? Vísið á dømir!
 
2.     Jónas H - Bergur - Talita – Elspa - Filip

Nevnið dømi um, at kristin í øðrum londum hava tað trupult. Far á netið og finn onkra grein og tosa út frá henni.
 
3.     David -  Martin - Oddbjørg - Lena Maria - Gunnvør

Pætur var ein ríkur maður, men fór frá øllum fyri at fylgja Jesusi. Hvat mundi konan siga til tað? Og hvat myndu børnini siga um tað? Hvussu halda tit, at konan og børnini lívbjargaðu sær eftir hetta? Nevn dømir!
 
4.     Jóhan Pauli - Olivar – Jónas S - Jóhanna – Rósa

Greið frá Pæturskirkjuni í Rom. Finn upplýsingar á netinum!
Tit eru vælkomin at gera powerpoint við myndum og teksti.
 
5.     Sonhard - Jutta - Archie – Durita - Sára

Greið frá Vatikaninum. Finn upplýsingar á netinum!
Tit eru vælkomin at gera powerpoint við myndum og teksti.

Kristni 25. august

Í dag arbeiða tit í hesum bólkum og við hesum skapanarsøgunum. 

Tit leggja fram fyri flokkinum komandi týsdag.

Lesið væl og skrivið væl, tí tit skulu jú greiða hinum í flokkinum frá tykkara skapanarsøgu.

 

1. Skapanarsøgur s. 8                                                   Ranja - Kim - Sofía - Rói

2. Skapanarsøgur úr India s. 9                                      Jónas H - Bergur - Talita - Elspa

3. Skapanarsøgur úr Grikkalandi s. 10                          David -  Martin - Oddbjørg - Lena Maria

4. Skapanarsøga frá Bakabufólkinum í Kongo s. 11     Jóhan Pauli - Olivar - Jóhanna - Rósa

5. Skapanarsøga úr nørrønu gudalæruni s. 12 og 13   Sonhard - Jutta - Archie - Durita

6. Skapanin í Bíbliuni s. 14                                           Jónas S - Gunnvør - Sára - Filip