SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
21. september 2021
Heystblómur
21. september 2021
Kom inn og vitja 1. flokk
21. september 2021
Vit eru eins og bløð
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Lesisnildi

Fyri at lætta um fyrstu lesingina eru at kalla nakrir lyklar, vit kunnu brúka. Næmingarnir læra um teir í skúlanum, og tit sum foreldur gera beint í at minna tey á teir heima.

Her eru seks:

1. Peika undir hvørt einstakt orð, sum lisið verður.

2. Hygg at myndunum á síðuni. Kunnu tær geva okkum nakra ábending um, hvat teksturin snýr seg um, og hvørjum orðum, vit kunnu møta.

3. Ger munnin til at siga fyrsta ljóðið í orðinum, t.d.  /sss/  í sól, ella  /lll/  í lás

4. Drynja: Far  s p a k u l i g a  gjøgnum orðið, og sig øll ljóðini týðiliga: /sss/ - /óóó/ -/lll/   =   sól

5. Být orðið sundur: Finn stavimynstur, finn orð í orðunum og být í stavilsir.

6. Skilur tú tað, tú hevur lisið? Um ikki, les so umaftur.

 

Tá ið næmingurin lesur uppá heima, latið hann ella hana so lesa sama stykki í minsta lagi tríggjar ferð.