SEINASTA AV SKÚLATRØÐ
VÍS FLEIRI TÍÐINDI
20. januar 2022
Hvussu nógv sukur er í tí, vit eta?
20. januar 2022
Í dag er pannukakudagur
20. januar 2022
Óførir svimjarar
VÍS FLEIRI NÆMINGAINNLEGG

Lesisnildir


Fyri at lætta um fyrstu lesingina eru at kalla nakrir lyklar, ið vit kunnu brúka. Næmingarnir læra um teir í skúlanum, og tit sum foreldur gera beint í at minna tey á teir heima.

Her eru fýra at byrja við:

1. Peika undir hvørt einstakt orð, sum lisið verður.

2. Hygg at myndunum á síðuni. Kunnu tær geva okkum nakra ábending um, hvat  teksturin snýr seg   um, og hvørjum orðum, vit kunnu møta.

3. Ger munnin til at siga fyrsta ljóðið í orðinum, t.d.  /sss/  í sól, ella  /lll/  í lás

4. Drynja: Far spakuliga gjøgnum orðið, og sig øll ljóðini týðiliga: /sss/ - /óóó/ -/lll/   =   sól

 

Tryggið tykkum, at barn tykkara dugir allar bókstavirnar, ið vit eru komin ígjøgnum: skap, heiti og ljóð!