KT-ætlan

KT-ætlanin er deild upp í fýra partar við málum, sum næmingarnir eiga at náa eftir ávís floksstig. Í hvørjum máli eru fýra høvuðsevni, sum síðani hava undirevni. Settir eru førleikar og krøv til næmingin til hvønn av undirbólkunum.

Teir fýra evnisbólkarnir eru:

●      Tilgongd og upphavsrættindi

●      Leitan og keldukritikkur

●      Talgilt metingarevni

●      Samskifti og samstarv

 

Sett eru ymisk talgild krøv til, hvat ein næmingur í ávísa aldurstrininum eigur at duga og hava innlit í.

Dentur er eisini lagdur á, at lærarin fær vegleiðing í at náa krøvunum saman við næmingunum. Video og ymiskar framløgur verða løgd í undirbólkarnar. Eisini er gjørdur ein frymil sum hjálp til næmingarnar, tá leitað verður.

Endamál

Endamálið við KT-ætlanini er, at næmingarnir skulu verða førir fyri at brúka telduna sum eitt amboð til samskifti og uppgávugerð. Næmingurin fær góða vegleiðing í, hvussu ein skal fyrihalda seg viðvíkjandi persónsupplýsingum, og hvussu ein eigur at vísa virðing í talgilda heiminum.