Næmingurin skal duga at skriva ymiskar samansettar tekstir

FØRLEIKAR

Næmingurin skal duga:

-       at velja rætt snið á mynd fyri at leggja dent á ávísan boðskap (er myndin gomul, kunnu vit møguliga nýta svart/hvítt/sepia heldur enn litir)

-       at velja part av mynd og klippa óviðkomandi burtur

-       at velja mynd, skriftslag, stødd og lit, alt eftir, hvør ætlanin og endamálið við uppgávuni er.

-       at meta um, um loyvt er at nýta valda grafikkin

 

Tað er týdningarmikið at finna grafiskt tilfar (myndir, frymlar.), sum er viðkomandi og stuðlar undir boðskapin í tekstinum. Tað kann verða neyðugt at broyta litir og ljós ella at velja part av myndini. Tí mugu næmingar duga at viðgera myndir og broyta skriftslag, -stødd og -lit. Næmingurin eigur ikki at blanda tekstasløg, litir ella skriftstøddir saman, tí hetta lætt kann tykjast óruddiligt. Hetta er eisini galdandi fyri bakgrundina, sum má vera hóskandi til tekstin. Tað hevur týdning, at tilfarið er lættlesiligt, og at myndir og frymlar stuðla undir boðskapin ella endamálið.

 

Tá um upphavsrættindi ræður, má næmingurin duga at vísa til keldur og hvaðani myndir ella annað innihald stavar. Tað er týdningarmikið at vísa á, at hóast tað er lætt hjá næminginum at finna tilfar á netinum, er størsti parturin ólógligur at nýta vegna upphavsrættindi.

 

HEGNI

           
Næmingurin skal duga:

-       at broyta stødd á myndum uttan at broyta lutfallið

-       at klippa av myndum

-       at broyta litir og mettan av litum ( hue & saturation )

-       at broyta stíl á myndum (gamalt, svart/hvítt, gjøgnumskygt)

-       at flyta myndir og annað fram um og aftur um tekstin í skjalinum

-       at broyta skriftslag

-       at stilla tekstin til høgru, vinstru, mitt í og í teigum (tabulatorur ->)

-       at øll talgild framleiðsla hevur ein eigara - tað er onkur, sum eigur rættindini

-       at gera leinki undir myndum fyri at ávísa keldu - kopiera leinki og seta inn

-       at goyma og navngeva fílur, so tær lætt kunnu finnast aftur

 

Upphavsrættindi

At vísa á keldur til myndir ella annað tilfar, sum tú hevur brúkt í tínum framløgum, snýr seg bæði um fólkaskikk, og at tú mást fylgja avmarkingunum, sum eigarin hevur sett. Vit læna ikki frá øðrum uttan at spyrja ella siga frá. Tað sama er galdandi, tá vit nýta eitthvørt, sum onkur hevur skrivað ella gjørt. Hetta merkir, at tú neyvt vísir á upprunakelduna, so hon er løtt at finna aftur.