Prýðiligir lutir í evning

16. november 2022

Evning í 4. og 6. flokki
 

Hesaferð síggja tit fuglar úr gipsgaze og prent úr gummiplátum.

Aftaná skapandi evnisdagarnar fyri góðum ári síðani vunnu næmingar og starvsfólk á Skúlatrøð høvuðsvinningin hjá ListaMeldri 2021. Gávan var spennandi prentútgerð til evningstovuna. Hetta eru gummiplátur, sum verða kallaðar Gelprent og ein pressa.

 

Næmingar í 6. flokki hava arbeitt við Gelprent.

Fyrst verður sverta rullað á pláturnar, so verður ymiskur vøkstur frá náttúruni lagdur á. Síðani verður eitt reint papírsark lagt ímillum, og hetta verður so pressað við Gelprentpressu.

 

Næmingar í 4. og 6. flokki hava arbeitt við fuglum.

Fuglarnir eru gjørdir úr gipsgaze. Fyrst verður fuglurin formaður við bonzaitrái, og síðani verður gipsgaze lagt runt um. Aftaná verður fuglurin málaður og fær ein fót at standa á.

 

Vakrir og prýðiligir lutir, sum verða evnaðir í evning.