Liðug við fólkaskúlan, og hvat so?

21. november 2022

Vitjanir á miðnámi

 

Áðrenn fólkaskúlanæmingar fara úr 9. flokki, verða teir kunnaðir um ymisk útbúgvingartilboð eftir fólkaskúlan. Hetta verður millum annað gjørt við at vitja á ymsum miðnámsskúlum í norðurøkinum. Vitjanin varðar ofta nakrar tímar, so næmingarnir fáa eina hóming av, hvussu ein skúladagur á miðnámi er. Hetta eru viðkomandi vitjanir, tí fleiri av næmingunum fara víðari antin úr 9. flokki ella úr 10. flokki.

 

Í vikuni vóru umleið 80 næmingar úr 9. flokki, saman við skúlavegleiðingini á Skúlatrøð, og vitjaðu miðnám á Kambsdali. Ein sera góður og gevandi dagur.

Hetta er ein vitjan, sum eisini kann geva næmingunum eitt skump til at kíta seg til royndina, sum verður nú áðrenn jól. Tað eru nevniliga metini frá jólaroyndini, sum verða nýtt, tá søkjast skal inn á miðnám, áðrenn freistin er úti um miðjan marsmánað. Áðrenn jól verður farið á árligu vitjanina á Tekninska skúla í Klaksvík.

 

Einaferð um árið verður ein dagur settur av til, at aðrir skúlar runt landið koma á vitjan her hjá okkum og vísa og siga okkum, hvat teir kunnu bjóða okkara tilfeingi.

 

Tað er skúlavegleiðingin, sum skipar fyri vitjanunum, tá stórur partur av uppgávuni hjá skúlavegleiðingini er at vísa á útbúgvingarmøguleikar eftir lokna fólkaskúlagongd.