Akvarium í 3. flokki

21. november 2022

Í 3.flokki hava tey hugsað um endurnýtslu og hava gjørt fiskaskvarium úr skógvaeskjum. 

Litrík akvarium og litríkir fiskar, sum verða stýrdir við súgvirørum, sum teir eru límaðir á.

Børnini duga væl, og tey eru eisini væl nøgd og glað fyri sítt avrik.