Skipaðar lesiløtur á bókasavninum

22. november 2022

Lesiløtur á bókasavninum

 

Seinastu lesikanningarnar vísa, at okkara børn og ungu lesa minni og minni og at stóra broytingin hendir í miðdeildini. Ráðini eru, at skúli og heim skulu ganga undan sum fyrimyndir og fremja lesiátøk.

 

Í seinastu viku vóru næmingarnir í miðdeild kunnaðir um, at teir nú kundu melda seg til lesiløtur á bókasavninum 1. fríkorter týsmorgun og hósmorgun. Tað vil siga, at tá næmingurin er til lesiløtu, so er hetta ístaðin fyri fríkorter, ella vit kunnu siga, at hetta er fríkorterið. Teir kunnu melda seg til týsdag ella hósdag ella báðar dagarnar. Fyri at ongin tíð skal fara til spillis, so hava næmingarnir bók við.

 

Undirtøkan er ógvuliga góð og nógv hava meldað seg til.

 

Fyrsta lesiløtan var í morgun, og vit vóna, at hetta verður eitt áhaldandi tiltak, sum er við til at stimbra lesingina og lesihugin hjá næmingum í miðdeild.

 

Hetta kunnu blíva ríkar og mennandi løtur fyri unga lesaran.