Listaleypurin - sagnir og ævintýr

23. november 2022

Í dag var Listaleypurin á Skúlatrøð

Úr Listaleypinum hesaferð komu sagnir og eitt ævintýr. Sagnirnar vóru Huldubarnið, sum er søgn av Viðareiði og Trøllini á Skálavøllum, sum er úr Mykinesi. Ævintýrið var Genta og drongur í risahellinum.

Søguforteljingin var framúr góð hjá Mariann Hansen, sjónleikara. Saman við søguforteljingini var tónleikur við cello og kontrabass og hetta setti huglag til søguna, so vit sum áhoyrarar kundu merkja spenningin.

Áhoyrararnir vóru nógvir og miðhøllin var stúgvandi full, men hóast hetta, so vóru næmingarnir rættiliga góðir at lurta eftir søgunum.

Vit takka Listaleypinum fyri góðar søgur og eina góða vitjan.