Snjósystirin - fjálgar morgunløtur

25. november 2022

Nú og nakað inn í desembur verður Snjósystirin lisin til morgunsangin í miðdeild.

 

Hvønn morgun sita yvir 200 næmingar í 4-6 flokk og hoyra søguna Snjósystirin. Hetta eru góðar  og hugnaligar løtur, har vit syngja ein jólasálm, biðja Faðir vár og hoyra ein part av jólasøguni.

Hetta stendur at lesa um Snjósystirin á heimasíðuni hjá Bókaklubbanum

Skjótt verður jólaaftan, sum eisini er føðingardagurin hjá Jóali. Tað plagar at vera besti dagur í árinum, tá ið jólatræið stendur pyntað, og ljósini eru tendrað, luftin er full av anganum av klementinum og piparkøkum, og tað brakar í opna eldstaðnum. Men í ár er einki, sum tað plagar. Jóal og familjan syrgja stórusystrina, Juni, sum er deyð, og Jóal heldur, at jólini rætt og slætt eru avlýst. Men ein dagin hittir Jóal ta lívsglaðu Hildigunn. Hon minnir hann á, hvussu góð jólini kunnu vera, og hann fer aftur at trúgva, at jólini kunnu koma kortini. Men okkurt loyndarfult er við húsunum, sum Hildigunn býr í. Hvør er hesin løgni maðurin, sum alla tíðina kemur til sjóndar í garðinum uttanfyri? Og hvat er tað í grundini, sum Hildigunn fjalir?

Hendan jólasøgan í 24 pørtum fær tann gandakenda hýrin fram, sum tú kennir aftur úr Einum jólaævintýri eftir Charles Dickens ella úr søgunum hjá H. C Andersen.

Maja Lunde og Lisa Aisato hava skrivað og myndprýtt hesa spennandi og vøkru bókina, sum er kærkomin hjá øllum, ið eru góð við jólini.

https://bokaklubbin.fo/products/10-12-ar-snjosystirin