Ostavoks og bonsaitráður

5. desember 2022

Hvønn fríggjadag er listabreytin á skránni í 10. flokki. Hendan fríggjadagin fingu vit vitjan av Listaleypinum. Tað vóru møðgurnar Bjørg og Rannvá, ið vitjaðu okkum.


Vit arbeiddu við ostavoksi og bonsaitráði. Ostavoks er eitt rímuliga bleytt tilfar, ið er lætt at evna ymiskt burturúr. Bonsaitráður er ein jarntráður, ið er lættur at arbeiða við, hann er passaliga tjúkkur, so tá ið hann verður evnaður til okkurt, so heldur skapið rímuliga væl. 


Verkevnið var skulpturar. 


Áðrenn farið varð í gongd við at gera skulpturar, so greiddi Bjørg frá um ymiskar standmyndir og skulpturar í Føroyum.


Tað er altíð stuttligt og spennandi at fáa vitjan uttanífrá