Dukkuleikur - jólaevangeliið

6. desember 2022

Í desemburmánað eru ymisk innsløg til morgunløtuna hvønn morgun saman við morgunsanginum.

Fríggjamorgunin 2. desembur var tað flokkurin Ziska 1, sum framførdi dukkuleikin um jólaevangeliið.

Á myndunum síggja vit Mariu, Jósef og Jesusbarnið. Vit síggja hirðarnar á markini, og eingil Harrans standa fyri teimum, Vit síggja, tá teir vitja Jesusbarnið í fjósinum og vísmenninar, sum komu við gávum.

Í fjør vóru tey í Ziska 1 klár at framføra, men tá skúlin fór heim í jólafrí, áðrenn tíð, orsakað av korona, so varð hetta av ongum. Nú vóru tey so spent at framføra leikin, sum tey gjørdu í fjør.

Tey í Ziska 1 eru dugnalig og ófør at skapa og framføra.