Politiskur fundur á Skúlatrøð

6. desember 2022

 

Síðani fyrrapartin í dag hevur starvsmanning frá Kvf sett upp og fyrireikað til politiskan fund, sum verður á Skúlatrøð aftaná Dag og viku í kvøld.

Tað er ógvuliga nógv fyrireiking við uppseting av upptøkutólum og ljóðtøkniútgerð og øðrum, má sigast.

Starvsfólk og næmingar hava veruliga fingið eina mynd av, hvussu langa tíð tað tekur at seta upp, og hvat tað snýr seg um at arbeiða sum starvsfólk hjá Kvf og gera beinleiðis sendingar. 

Meir á Kvf um seinasta politiska fundin til løgtingsvalið 2022  her