Nær læra vit best?

7. desember 2022

Ástøði um læring siga, at tú lærir best undir óformellum umstøðum, tá tú ert saman við øðrum um eitt, sum hevur tín áhuga. Til dømis lærir tú meir um fiskiskap, fisk og streym saman við pápanum á floti enn tú lærir um sama evni í eini skúlastovu saman við einum lærara. Ella um tú skalt læra um blóðið og tenn úr eini bók í skúlastovuni. Hóast vit skulu ígjøgnum ein yrkistekst í skúlanum, so vita vit ikki, hvat situr eftir og hvat vit hava lært.

 

Tað er stuttligt og hugaligt at eygleiða, tá næmingar og børn av egnum huga sita um eina bók og undrast á innihaldið og tosa saman um tað.

 

Í morgun sótu nakrir forvitnir næmingar við yrkisbóini Hví er blóðið reytt? Teir undraðust á fakta í bókini og vildu kanna eftir, um hetta var so.

 

Tað stóð um tenninar, at tær vóru ymiskar, so har fóru fingrarnir í munnin, fyri at vita, um tað var so, sum tað stóð í bókini.

 

Tað stóð, at tá vit eru fødd, eru vit tannleys, men at fyrstu tenninar koma, tá vit eru um 6 mánaðir, hetta undraði onkran, tí hann helt, at fyrstu tenninar komu, tá tú vart 9 mánaðir gamal. Eisini komu teir at tosa um gomlu handilstenninar hjá einari ommu.

 

Hesa lítlu løtuna kundu hesir næmingar leggja aftrat sínari undanvitan og leggja nakað av henni um, í tí førinum, har vitanin var nýggja og øðrvísi enn teir fyrr hildu. Næmingarnir lærdu í felagsskapi nakað, sum hugfangaði teir allar. Har var ongin vaksin við í leikinum.

Her sóu vit ein bólk av næmingum undrast. Teir lósu, undraðust og kannaðu eftir. Ein niðurstøða kom burturúr og meiri vitan var løgd aftrat.

 

Ein gevandi løta at eygleiða og uppliva, hvussu vit læra í felagsskapi við onnur.