Enskt og týskt - ikki bara bókligt

12. desember 2022

Hølisviðurskiftini á skúlanum eru góð og geva góðar møguleikar fyri fjølbroyttari undirvísing

Týskt er vallærugrein, sum næmingar í 8. og 9. flokki kunnu velja.

Týskt kann vera annað enn turrislig mállæra. Tey, sum hava týskt í 9. fl, hava lært um týskan jólasið og týskan jólaaftansmat, og hetta gjørdu tey í køkinum í Ósaskúlanum.

Hvat kann vera meira "hands on" enn at lesa, gera og smakka?  Currywurtz und Lebkuchen

 

Tímatalvan hjá 4. flokkunum er fyri ein stóran part tann sama fyri allar flokkarnar, og tí er tað gjørligt at hava samstarv og arbeiða saman. í hesum samstarvi hevur nýggja miðhøllin ein umráðandi leiklut. Miðhøllin egnar seg væl til felags undirvísing og tí eisini at samla allar flokkarnar.

Í enskum hevur 4. flokkur spælt bingo á enskum og hetta dámdu næmingunum sera væl og so læra tey eisini at lurta, skilja og úttala ensku tølini.