Á jólakafé

13. desember 2022

Jólacafé á Skúlatrøð

 

Nýggja næmingarráðið á Skúlatrøð hevur sett sær fyri, at tað skal verða betri og stuttligari at vera í skúla.

 

Nú tað av álvara nærkast jólum, hava tey tikið stig til eina jólakafé, har allir flokkar vitja kaféina ókeypis at hugna sær við holokøkum, saft og mandarinum.

 

Jólakaféin opnaði í dag týsdagin og verður opin mikudagin og hósdagin aftrat. Tey hava sett borð og stólar upp í hugnaliga økinum við bókasavnið, soleiðis, at kaféin ikki liggur í meldrinum. Tey hava gjørt nógv burturúr við at hugna við jólaprýði, jólatónleiki og jólaanga.

 

Næmingarnir eru bjóðaðir at njóta eina løtu á jólakafé og merkja huglagið, sum er sermerkt fyri hesa tíðina á árinum.

 

Hetta var eitt framúr gott hugskot hjá næmingarráðnum. Komandi dagarnar verða tað aðrir næmingar, sum sleppa at njóta kaféina.

 

Eitt frálíkt tiltak, sum vit fara at minnast.