Hornorkestrið á Skúlatrøð

14. desember 2022

Hornorkestrið vitjar grunddeildina

Í morgun fekk grunddeildin vitjan av skúlaorkestrinum, sum spælir horn.

Tað eru fleiri ymisk hornljóðføri, og tí er tað spennandi, tá nógv ymisk børn skulu spæla uppá ymisk horn saman.

Hetta var ein góð løta, tí vit sóu, hvussu torført tað kann vera at blása rætt og við røttu styrki, og hvussu væl tey duga at blása í síni ljóðføri.

Orkestrið spældi, og áhoyrararnir sungu við til síðsta lagið, sum var Lítla fitta nissa mín.

Tað er hugaligt at síggja næmingarnar koma berandi við stórum ljóðførum í skúla og at síggja teir brúka tíð uppá at venja hesi ljóðføri.

Tónleikur og tað at venja okkurt ljóðføri stimbrar eisini aðra læring, sigur gransking.

Her eru tvey filmsbrot niðanfyri.