Snjósystirin - ein grípandi søga

16. desember 2022

Frá hálvum novembur og til hálvan desembur er Snjósystirin lisin upp hvønn morgun til morgunløturnar. Nú er søgan liðug, og vit kunnu siga, at hetta hava verið góðar løtur, sum hava eydnast avbera væl.

 

Børnini hava sitið still og lurtað eftir søguni, sum er viðkomandi fyri okkum øll.

Snjósystirin snýr seg um Jóal, sum hevur mist systrina fyri nøkrum mánaðum síðani, og lívið er broytt. Onki er tað sama sum tað var. Foreldrini eru ikki tey somu, onki er stuttligt og alt er bara grátt.

Nú stundar til jólaaftan og Jóal hevur føðingardag, men foreldrini eru tung og syrgin. Jóal býr heima saman við mammuni, pápanum og systrini Augustu.

 

Hann møtir gentuni Hildigunn, sum altíð er stuttlig og glað, og hetta er gott fyri Jóal, tí nú hevur hann tað onkuntíð gott. Hann møtir eisini gamla loyndarfulla Heindriki, sum hjálpir Jóali.

Myndir av persónunum liggja við her.

Søgan er góð og spennandi, og hon nemur við kenslur okkara. Vit fáa innlit í lívið hjá teimum, sum hava mist, hvussu vónin minkar og alt tykist kalt og vónleyst. Vit fylgja Jóali, og tí fáa vit eisini innlit í sjónarhornið og tankarnar hjá einum barni, sum livir í sorg og hvussu alt og øll broytast rundan um hann.

Les greinina, sum er skriva fyrr á heimasíðuni her

 

Tá vit avgjørdu at lesa Snjósystrina upp, vistu vit ikki av, at hon fór at verða kalendarasøgan í Kvf, men vit kunnu siga, at vit eru glað fyri, at valið fall á júst hana, tí hon er góð.

 

Næmingarnir í miðdeild hava nú hoyrt søguna lidna og vita, hvat hon endar við, men tað eru ikki øll børn í Føroyum, sum vita tað. Men tað eru ráð fyri tí, tí Snjósystirin er í jólakalendaranum hjá Kvf og verður lisin upp har.

Vit tú hoyra søguna í Kvf, trýst so á leinkjuna her