Søguløtur á bókasavninum

19. desember 2022

Søga á bókasavninum

Í vikuni áðrenn jólavikuna høvdu vit vitjan á bókasavninum av flokkunum í 1. og 2. árgangi - 6 flokkar tilsamans, har ein flokkur var hvørja ferð.

 

Fyrsti flokkur hevur hoyrt søguna um Jólaeingilin Lítli Gutti, sum ikki var sum hinir einglarnir. Hann líktist einki hinum einglunum. Hann var ikki so vakur sum hinir, so var hann so klossutur eisini og dugdi ikki so væl tað sama sum hini.

 

Annar flokkur hevur hoyrt søguna um Albin og teir ólataðu jólavættrarnar. Um Albin, sum stríddist fyri at verða klárur til jóla, men varð órógvaður av teimum ólátaðu jólavættrunum.

Tað er so hugnaligt at hoyra jólasøgur um jóltíðir, og børnum dáma so ógvulig væl at hoyra søgu.

Góðar søguløtur.

Meðan hesi bíðaðu at sleppa á jólakafé, sungu tey nakrar jólasangir. Her er ein.